top of page
Smilende Woman
Hvussu kann eg luttaka?

Tú kanst luttaka við at trýsta á hesa leinkjuna: 
 

https://us05web.zoom.us/j/2985977770?pwd=UVhhbmZKTzl2NHdxbjZOdXhrTnFDUT09

Meeting ID: 959 4866 8927
Meeting Passcode: 489756

Zoom-fundurin er opin umleið 15 minuttir áðrenn byrjað verður, so tú hevur tíð at koma inn, fáa skil á tí tøkniliga og hugna tær við práti saman við hinum. Vælkomin!

Uttanfyri ásettu tíðir, ber ikki til at koma inn í BíbliuZoom rúmið á Zoom forritinum.

Fundirnir verða hildnir við einum sokallaðum Zoom-forritið, og tú kanst luttaka við snildfon, teldli ella teldu.
 

Tak niður Zoom forritið her (Apple, iPhone/iPad) og her (Android, Google Play).

Forritið er ókeypis, og tú hevur ikki tørv á at stovna ein brúkara fyri at kunna luttaka.
(Tó er tað lættari um tú stovnar teg sum brúkara brúkara, so sleppur tú undan øllum roksinum hvørja ferð).

 

Tú luttakur á fundunum við at fara á heimasíðuna bíbliuzoom.com og trýstir á knøttin “Luttak”.

Tá tú trýstir á leinkjuna, letur upp ein síða, har tú verður biðin um at lata upp Zoom.
Tú trýstir á "Open", og forritið letur upp og innritar teg sum luttakara.

Tú mást so vátta, at forritið kann brúka mikrofonina hjá tær til ljóð og myndatólið til mynd.

Onkuntíð verður tú biðin um Meeting ID og Passcode (loyniorð). Hetta er upplýst omanfyri og verður eisini upplýst í innbjóðingini til hvønn fund.
 

Vit hava ein bólk á Facebook: Vælkomin í bólkin

Ofta Spurdir Spurningar

Hvat er BíbliuZoom? BíbliuZoom er staðið, har vit hittast umvegis videoforritið Zoom og stuðla hvør øðrum í trúnni á hin livandi Gud. Vit biðja saman og granska Guds heilaga orð: Bíbliuna. Tað verður møguleiki fyri samtalu, og tú kanst taka lut í samtaluni, um tú ynskir.

Hvør kann luttaka? Øll, sum hava hug at lesa og granska í Bíbliuni saman við okkum, kunnu vera við í BíbliuZoom. Tað er ókeypis at taka lut.

Nær eru fundirnir? Enn er ikki fastlagt nær fundirnir verða. Hetta verður kunngjørt á heimasíðuni og á Facebook.

Hvussu kann eg luttaka? Fundirnir eru umvegis forritið Zoom, og tú kanst taka lut við snildfon, teldli ella teldu. Forritið er púra ókeypis, og tú nýtist ikki ein gong at stovna ein brúkara fyri at taka lut (tó er tað lættari við einum brúkara, um tú vilt vera við javnan). Tú tekur heilt einfalt lut á fundinum við at brúka leinkjuna: https://us05web.zoom.us/j/2985977770?pwd=UVhhbmZKTzl2NHdxbjZOdXhrTnFDUT09 (Tó kanst tú bara taka lut, tá Zoom-fundurin er opin.) Tá tú trýstir á leinkjuna, fer ein síða at lata upp, sum spyr, um tú vilt lata Zoom upp. Tú trýstir á opna, og forritið letur upp og lovar tær inn sum luttakari. Eftir hetta skalt tú vátta, at forritið kann brúka mikrofonina til ljóð og myndatólið (kamera) til mynd. Til ber at sløkkja mikrofonina og myndatólið.

Hvussu geri eg fyrstu ferð? Brúkar tú snildfon ella ein teldil, skalt tú heinta appina Zoom (eitt blátt video-ikon) í App Store (iOS) eller Google Play Store (Android). Eftir hetta ert tú til reiðar. Um tú brúkar eina teldu, fert tú fyrstu ferð, tú tekur lut, heinta og installera eitt lítið forrit á telduna. Fylg leinkjuni og leiðbeiningunum til uppsetan, so ert tú til reiðar. Tú kanst annaðhvørt gera hetta fyrstu ferð, tú trýstir á fundarleinkjuna, ella tú kanst gera tað frammanundan við at heinta forritið her.

Skal myndatólið verða tendrað? Nei, tað er ikki at krav, men tað er kanska hugnaligt at síggja hvør annan. Øll eru vælkomin, eisini tey, sum bara vilja lurta, við ella uttan mynd.

 

 

 

Stuðla: 

Alt arbeiðið við BíbliuZoom verður gjørt av sjálvbodnum, sum brenna fyri at breiða bíbliunar boðskap til fólk okkara um landið.

At gera eina heimasíðu og viðlíkahalda hana, er ikki ókeypis.

Tú kanst stuðla, við at lata nakrar krónur á konto: 9865-416.630.7. Minst til at viðmerkja: BíbliuZoom.

Takk fyri forbøn og stuðul..
 

Send okkum eini boð.
Skriva í teigarnar til høgru og trýst SEND.

BíbliuZoom

Tlf. 59 77 77

aj@bibliuzoom.com

Áargarður 15

520 Leirvík

  • White Instagram Icon
  • White YouTube Icon
  • White Facebook Icon

© 2026 ognað BíbliuZoom
www.bibliuzoom.com

bottom of page