top of page
Bøn med bog
 
Her finnur tú videosangir (til vinstru) og aðrar sangir (til høgru),
leinkjur til heimasíður í Føroyum og uttanlands og andakt.
- ANDAKT -
Sál mín tystir eftir Gudi

Gud mín, eftir tær sál mín tystir – sál mín ei víkur frá tær. Sálmur 63,2 og 9.
 

Sál mín – tað eri eg sjálvur, tað innasta í mær, sum ger, at eg eri eg. Sál mín, mítt hjarta er mítt aðalmerki, tað í mær, sum leingist eftir nøkrum, sum eg ikki nái. Eg eri eitt menniskja, ikki eitt dýr; tí dugi eg at skina á illum og góðum, og tí haldi eg saman hendur og líti meg í hansara hendur, sum er størri enn eg.
 

Summi hugsa als ikki um sál sína; tey royna at billa sær inn, at alt tos um sálina er nakað tvætl. Men tað kemur ikki av ongum, at á einum ella øðrum máli merkir orðið, sum nýtt verður um sálina ”tann bylgjandi sjógvurin.” Ófriðurin verður ikki tamdur í eini handavending. Summi látast, at tað er í lagi, men ongin veit betur enn tey sjálvi, at tað er lygn.

Tey eru bangin og hava ikki hóming av, hvat tey skulu gera. ”Sál mín, hvíl teg nú!” siga tey, uttan at tað á nakran hátt hjálpir í ”bylgjandi sjónum.”

 

”Gud, sál mín tystir eftir tær.” Hygg sannleikan í eyguni. Tað er fyrsta treytin fyri at kunna fáa hjálp. Gevst við hasi býttu flýggjanini frá veruleikanum. Gerst sannførdur um, at tú livir undir ábyrgd, og at tú onki viðurlag kanst geva fyri sál tína! Tómleikin og óttin stava frá, at tú ert ein skuldari, sum ein dag skal gera roknskapin upp við Gud. Hvussu fer at gangast?

”Sál mín ei víkur frá tær.” Soleiðis talar trúgvin. Hon hyggur ikki í allar ættir eftir hjálp, men fer beina leið til Guds. Hon biður ikki vitið um loyvi, men brýtur sær veg, tí Jesus Kristus hevur sagt: ”Bankið uppá, so verður latið upp fyri  tykkum!” Eftir orðum hansara vendir trúgvin sær til Guds og biður um frelsu.

Vanrøk ikki sál tína! Eisini fyri teg er friður at fáa, um tú vilt byrja at ganga trúarinnar veg. Játta, at sál tín tystir eftir Gudi! Játta, at tú vilt halda teg nær Gudi – kosta, hvat tað kosta vil.

Sunnudagsblaðið 2013.

Tænk når slægt og vennerArtist Name
00:00 / 04:16
Tá ið myrkast var náttinEssa Jacobsen
00:00 / 03:45
Sum Jesus ei nakar á jørðini varEssa Jacobsen
00:00 / 04:32
Um friður sum flóðinEssa Jacobsen
00:00 / 03:45
Longur á leiðÁrni Bech Jensen
00:00 / 03:30
So ymisk og tóM.C. Restorff & vinfólk
00:00 / 03:30
Veldis Gud rætt mær hondManskórið í Leirvík
00:00 / 02:28
Navnet Jesus Blekner AldriOslo Gospel Choir
00:00 / 03:58
Shine your lightEbenezerkórið
00:00 / 04:37
You Raise Me UPJosh Groban
00:00 / 04:49
Nicodemussar sangbólkurinAlex Bærendsen
00:00 / 04:15
Sig mær tað gomlu søguMagni Christiansen
00:00 / 02:50

Her kanst tú skriva beinleiðis til okkara.


Skriva í teigarnar og trýst SEND.

  • White Facebook Icon
  • White Instagram Icon
  • White YouTube Icon

© 2026 BíbliuZoom
 www.bibliuzoom.com

bottom of page